Fyrsta uttanlandsferðin, kórið Glymur gjørdi, var í 1995. Hetta var í samstarvi við danska sangaran Peter Abrahamsen. Peter Abrahamsen var í Føroyum eina ólavsøku, og tá hann í Havn ólavsøkunátt hoyrdi stóru fjøldina syngja ”Fagra blóma” hjá Pól F, fekk hann hugskotið at innspæla hetta vakra lag og at tað skuldi verða saman við einum føroyskum kóri. Hann setti seg í samband við kórið Glymur og samstarvið byrjaði.
Í 1994 vendi hann aftur til Føroya við sínum orkestri ”Bell Pepper boys” og høvdu vit konsert saman við teimum í Norðurlandahúsinum.
Árið eftir skipaði hann fyri fyrsta vísufestivali í Vordingborg. Hann setti seg aftur í samband við kórið, sum varð boðið at luttaka á hesum festivali í 1995.
Fyrsta framførslan hjá kórinum á hesi ferð var í musikhúsinum í Århus, síðani gekk leiðin til eitt upptøkuhøli í Holbæk, og var m.a. sangurin ”Fagra blóma” upptikin har. Vit høvdu saman við Petur og hansara orkestri framførslu á ”Plænen” í Tivoli, har nógvir føroyingar vóru og lurtaðu.
Ferðin endaði í Vordingborg, og var kórið sostatt við á fyrsta festivalinum har í økinum.
Á hesi konsertferð var Bjarni Restorff kórleiðari. Eftir hesa ferð fekk kórið ”blóð uppá tonnina” og hevur síðani verið fleiri konsertferðir uttanlands.
Upptøkan við Peter Abrahamsen og Glymur er at hoyra her
Ógloymandi var ferðin til Grønlands í 1997, sama ár sum mentanarhúsið ”Katuaq” í Nuuk var tikið í nýtslu.
Kórið hevði fingið í lag samstarv við klaksvíksbólkin ”Hjarnar” og vóru teir til dystin fúsir at koma við kórinum til Grønlands.
Á hesum túrinum høvdu vit ikki minni enn tveir kórleiðarar, ið høvdu hvør sína spennandi skrá. Bjarni Restorff sum hevði eina skrá, ið var myndað av vøkrum spiritual og traditionellum føroyskum kórsangi, meðan Edvard Nyholm Debess hevði gjørt eitt verk til kórið ið nevndist ”Sjómannareyp”. Í hesum verki hevði hann gjørt løg og útsetingar til kórið og hevði hann eisini útsett tveir sangir hjá ”Teimum av Kamarinum” til kór. ”Góða mamma” og ”Teir sigla um havið so víða” Hjarnar hevði undirspæl til verkið hjá Edvardi.
Hjarnar høvdu eisini sína egnu skrá, har vit luttóku sum ”kór” hjá teimum. Nevnast kann at vit m.a. sungu ”Alla nátt” og ”Flytifuglar” saman við Hjarnum.
Í sambandi við hendan túrin vóru vit eitt døgn í Reykjavík á heimferðini, og høvdu vit framførslu í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, ikki er høllin stór men fullsett var. Einir 60-70 føroyingar og íslendingar við tilknýti til Føroyar møttu upp.
Á páskum 2000 gekk leiðin til Álands og Bornholm, á hesi ferðini var Bjarni Berg kórleiðari og Stamen Stanchew pianistur.
Í Álandi var fyrst framførsla í Mariehamn saman við álendska kórinum Cantilena, sum vit høvdu fingið samstarv við. Hetta álendska kór hevur seinni vitjað okkum her í Føroyum. Eisini hevði kórið konsert á lítlari oyggj, nevnd ”Køkar”, við 350 íbúgvum. Har framførdu vit í 400 ára gamlari kirkju - ein sera kensluborin løta.
Síðani gekk leiðin til Bornholm, har ætlanin var at hava framførslu í gamla teatursalinum í Rønne. Salurin hevði ikki verið brúktur í langa tíð, so inniluftin var vánalig, og fleiri vóru um at missa málið, meðan vit hitaðu upp. Til alla lukku var eitt lítið cafeteria tilknýtt teatrinum, har framførdu vit so ístaðin. Hetta hevði við sær, at áhoyrarnir sótu rættuliga tætt upp at okkum og bleiv hetta ein ”intim” konsert, fleiri føroyingar vóru eisini hesaferð millum áhoyrarnar.
Ferðin í Bulgaria var ein av teim heilt serligu. Stamen Stanchew, ið hevur verið pianistur til fleiri av okkara konsertum, meðan hann búði Føroyum, var við á ferðini til Bulgaria. Umframt at hann var pianistur, var hann eisini ferðaleiðari hjá kórinum. Tað var sera hent hjá kórinum at hava ein við, ið tosaði málið, tí tað var bert onkur hendinga íbúgvi ið tosaði enskt.
Í lítla býnum Balchic við Svartahavið, høvdu vit konsert í kirkjuni saman við lokala kórinum. Knappliga stóð ein maður í hurðini til kirkjuna og lurtaði eftir okkum, meðan vit vandu. Hann segði seg dáma væl klangin hjá føroyska kórinum. Maðurin visti nógv um Føroyar og segði at hann hevði havt sangaran Rúna Brættaberg sum næming - verðin er lítil.
Leiðin gekk síðani inn í landið. Ein serlig kensla var at framføra í Assenovgrad og síggja umhvørvið har Stamen er uppvaksin. Eisini stóð okkum í boði at framføra á konservatorienum í Plovdiv, har Stamen er útbúgvin.
Julian Rasmussen stjørnaði kórinum. Umframt eina fjølbroytta føroyska skrá, framførdi kórið nakrar útlendskar sangir, har ímillum kann nevnast bulgarski sangurin ”Shto mi e milo”og Bohemian Rhapsody hjá bólkinum Queen.
Um páskirnar 2014 var kórið á uttanlandsferð í Tjekkia. Ferðaliðið, umleið 30 í tali húsaðust í høvuðstaðnum Prag. Umframt at hava tvær smærri konsertir var eisini skipað fyri útferðum til ymisk kend støð í umráðnum. Nevnast kunnu t.d. Theresienstadt, sum var ein arbeiðslega undir 2. verðaldarbardaga og Miðalaldarbýurin Kutna Hora, sum er á listanum hjá UNESCO um býir sum skulu varðveitast.
Umframt fyriskipaðar útferðir vóru eisini dagar, har ein kundi gera tað ein sjálvur ynskti. Nevnast kann at onkur leyp í fallskíggja meðan onnur fóru túr oman á Karlsbrúnna. Niels Winther stjørnaði kórinum á ferðini. Kórið framførdi serliga føroyskar sangir og eisini vóru nakrir kendir enskir og norðurlendskir sangir á skránni.
Umframt hesar longru ferðir hevur kórið eisini gjørt styttri uttanlandsferðir. Á vári 2004 var kórið í Hetlandi, har vit framførdu í Lerwick, á tí ferðini var Palli Hansen kórleiðari. Í mai 2010 vóru vit eina ferð í Reykjavík og aftur í mai 2013 var kórið eina rundferð við Norrønu, har vit sungu umborð yvir til Íslands og á Egilstøðum fyri nærum fultsettari kirkju. Niels Winther var kórleiðari við báðar hesar ferðir.
Hesir túrar hava sjálvsagt eisisi verið ógvuliga gevandi fyri kórið.