Í 1983 tóku nøkur fólk úr Tórshavn seg saman og vendu sær til ”Tórshavnar kvøld-og ungdómsskúla” og bóðu um eitt alternativ til tey meira traditionellu kórini. Sama heyst varð rútmiska kórið stovnað.
Kórið hevði í fleiri ár heldur tunga navnið ”Rútmiska kór Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla”. Við eini innanhýsis navnakapping fekk kórið meira hóskandi navnið ”Glymur”. Eisini fekk kórið sítt egna búmerki.
Fleiri av sangarunum hava verið við meginpartin av tíðini, onkur øll árini, meðan onkur gevst og onkur nýggjur legst afturat hvørt ár.
Fyrsti kórleiðari var nú so væl kendi Sunleif Rasmussen. Gjøgnum tíðirnar hava aðrir kórleiðarar stjørnað kórinum, altíð spennandi og hvør við sínum íblástri. Nevnast kunnu, umframt Sunleif Rasmussen, Jógvan Telling Joensen, Bjarni Restorff, Edvard Nyholm Debess, Jógvan Dahl, Bjarni Berg, Palli Hansen, Julian Rasmussen, Sámal Matrass, Petur Martin Johannesen, Ingun Hentze, Niels Winther, Benjamin Gaasedal og í løtuni er tað so aftur Pauli Hansen sum er kórleiðari.
Í nógv ár setti Jógvan Telling Joensen sín serliga dám á kórið við egnum útsetingum og tekstum, hetta var eisini eitt tíðarskeið har kórið einamest hevði eina rútmiska skrá. Kórið gjørdi sína fyrstu kórtónleika útgávu undir hansara leiðslu.
Tá kórið í 2003 hevði 20 ára stovningardag, varð avgjørt at geva fløgu út við gomlum ”live” upptøkum, og vórðu eisini 4 nýggj løg innspæld tá. Fløgan fekk heitið ”Meir enn hvítt og svart” Hetta var í tíðarskeiðnum, har Palli Hansen var kórleiðari.
Kórið hevur luttikið í flestu kórstevnum í Føroyum, og kórlimirnir hava altíð luttikið sum einstaklingar í stóru felags tiltøkunum, sum kórstevnurnar hava havt í boði.
Venjingarlegur hava verið nógvar kring landið, bæði gevandi og stuttligar. Nevnast kunnu Skálavík, Hestur, Fámjin og Nólsoy. Hetta var áðrenn byrjað varð við uttanlandsferðum. Framførslurnar hava verið nógvar her á landi, bæði í bygd og bý, eins og framført hevur verið uttanlands.
Í hesi skjótt 30 árini, sum kórið hevur verið virkið, hevur altíð verði ein føst ”stamma” í kórinum.
Glymur hevur eisini notið gott av, at vit oftast hava havt kreativar sangarar ið hava ríkað kórið við egnum yrkingum, løgum og útsetingum
.