Nú várið nærkast eru serliga tvær framførslur á skránni hjá kórinum.
Fyrra er framførsla á kórfestivalurin 29. apríl í Norðurlandahúsinum og tann seinna er várkonsertin 20. mai. Tá fer kórið at hava tvær várkonsertir. Tann fyrra verður í Kvívíkar kirkju 20. mai kl. 15:00 og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini kl. 17:00.
Ætlanin er eisini at vera við á Mentanarnáttini 2. juni.
Fyrra helvt av kórárinum er farið afturum bak. Vit byrjaðum miðjan september við nýggjum kórleiðara. Fyrstu tíðina fingu vit fleiri nýggjar sangir, sum kórleiðarin sjálvur hevur útsett. Tað hevur verið spennandi.
Síðani fyrst í november hava vit mestsum bert vant jólasangir og hevur kórið luttikið í 2 jólakonsertum. Tann fyrra var saman við GHM í Hoyvíkar Kirkju tann 27. november. Tann seinna var í Mariukirkjuni, har kórið hevði boðið gestum við; nakrar blásarar úr GHM, Gudmund Mortensen á orgli og instrumentalt innslag við Magna og Paula úr kórinum.
Kórið byrjar aftur at venja 4. januar og fer nú at vera vant fyrst og fremst fram ímóti árligu várkonsertini, men eisini til kórfestivalin sum verður 29. apríl.
Kórið byrjar aftur at venja mikukvøldið 14. september kl. 19.00. Nýggir sangarar fáa boð frá kórleiðaranum nær tey skulu møta fyrstu ferð.
Kórárið er nú um at vera av. Árið hevur verið merkt av, at kórið hevur havt nýggjan kórleiðara. Vit sungu til tvær jólakonsertir, eina saman við GHM í skúlanum við Løgmannabreyt og eina í Mariukirkjuni.
ì februar luttók kórið í heiðurstiltakinum fyri Jógvani Telling Joensen og í vár hevur kórið luttikið á árliga kórfestivalinum.
Vit byrja aftur at venja mikukvøldið 16. september kl. 19.00
Tilmeldingin via kvøldskúlan endar mánakvøldið 14. september
Í ár fer Benjamin Gaasedal at standa á odda fyri kórinum.
Hvat verður á skránni í ár verður skrivað um her á síðuni og / ella á facebooksíðuni hjá Glymur. https://www.facebook.com/pages/Glymur/357181881050664
Leygardagin 16. mai hevði Glymur várkonsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Umleið 100 fólk vóru og lýddu á
Konsertin bar brá av, at hettar var seinasta konsertin við Niels Winther sum kórleiðara. Kórið framførdi sangir sum hava verið sungnir tey árini hann hevur staðið á odda. Á skránni vóru bæði føroyskir, norðurlendskir og enskir sangir. Alt frá Viva la Vida hjá Coldplay til Lívið hjá Poul F. og Hanus G.
Glymur takkar kórleiðara og áhoyrarum fyri eina hugnaliga løtu
Tann 18. apríl skipaði Kórsamband Føroya fyri kórfestivali í Eysturskúlanum í Havn. Glymur luttók saman við 8 øðrum kórum. Hetta gjørdist ein sera stuttligur dagur fyri okkum. Glymur vann nemliga heiðurin fyri mest upprunakendu, skemtuligu og/ella sermerktu framførðslu. Tað eru vit sera stolt og takksom fyri
Glymur verður aftur í ár við til at syngja jólini inn í Havnar kirkju. Tiltakið er 2. desember kl. 20.00.
Glymur fer eisini at syngja jólasangir í býnum fram til jóla.
Sunnudagin 23. november verður hugnaløta í læraraskúlahøllini við Glymi og GHM. Glymur og GHM fara at syngja og spæla bæði hvør sær og saman.
Tiltakið er ókeypis.
Glymur byjaði upp á eitt nýtt sangár um hálvan september. 45 sangarar hava meldað til í ár og eru nøkur nýggj andlit at síggja. Tey skulu vera hjartaliga vælkomin.
Fyrst á kránni í ár er ein heyst/vetrarkonsert saman við GHM. Konsertin verður 23. november. Hetta er ikki ein beinleiðis jólakonsert, men okkurt jólalag verður tó sungið
Hvat annars verður á skránni í ár verður skrivað um her á síðuni og / ella á facebooksíðuni hjá Glymur. https://www.facebook.com/pages/Glymur/357181881050664
Miðjan mai hevðí kórið tvær konsertir, eina í kirkjuni á Viðareiði og eina í kirkjuni við Gjógv. Serliga var tann seinni væleydna og nógv fólk lýddu á. Aftaná var farið oman í Gjónna at syngja einar tveir sangir.
Síðst í mai hevði kórið so aftur eina konsert. Hendan var í Havn og var hildin saman við einum donskum kóri úr Svendborg.
Um páskirnar 2014 var kórið Glymur á uttanlandsferð í Tjekkia. Ferðaliðið, umleið 30 í tali húsaðust í høvuðstaðnum Prag. Umframt at hava tvær smærri konsertir var eisini skipað fyri útferðum til ymisk kend støð í umráðnum. Nevnast kunnu t.d. Theresienstadt, sum var ein arbeiðslega undir 2. verðaldarbardaga og Miðalaldarbýurin Kutna Hora, sum er á listanum hjá UNESCO um býir sum skulu varðveitast.
Umframt fyriskipaðar útferðir vóru eisini dagar, har ein kundi gera tað ein sjálvur ynskti. Nevnast kann at onkur leyp í fallskíggja meðan onnur fóru túr oman á Karlsbrúnna.
Heiðurstiltakið fyri Simma A. Jacobsen, sum var hildið 30. januar 2014 og sum Glymur skipaði fyri, var sera væl eydnað. Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur til hátíðarløtuna.
Bæði ung og tilkomin vóru á palli og tulkaðu sangir og løg hjá Simma, sangirnir umboðaðu longu tónlistasøgu hansara.
Tey ið luttóku vóru: Teitur Lassen, Búi Dam, 200, Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen, Martin Joensen, Lív Dam og sangkórið. Harafturat var yvirraskilsi á skránni tá abbabørn eisini framførdu til seinast.
Glymur vil fegin takka øllum sum á ein hvønn hátt luttóku í heiðurstilakinum.
Glymur skipar fyri marknaðardegi, køkutombola og andlitsmáling i kiwanis húsinum, Jøkulstræti 4, leygardagin 28. september kl. 10.00-17.00
Á søluslistanum eru bæði eldri og yngri møblar. Nevnast kann t.d. tveir eldri lenistólar, skenkur við vitrinu, sofaborð, sovisofa, lampur, gardinur, dúkar og ymisk brúksting.
Klæðir og skogvar eru eisini á skránni
Til ber at biðja um eitt borð, har tú sjálv/ur kanst selja egnar lutir. Kostnaður 200,- kr. Skal bíleggjast via teldupostadressu: beintan@glymur.net.
Harumframt verður køkutombola, andlitsmáling og søla av kaffi, te, saft, vaflum v/súltutoy og róma
Vit vóna at síggja nógv fólk til tiltakið.